Uttanlands

Melania Trump: Forsetin ger alt fyri at støðga korona

Floksfundurin hjá republikanarunum heldur fram til hósdagin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-26 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrstafrúan í USA, Melania Trump, sendi samkensluheilsan til amerikanararnar, ið hava latið lív undir koronakreppuna. Hetta hendi undir røðuni, sum forsetafrúan helt úr rósugarðinum í Hvítu Húsunum undir landsfundinum hjá republikanska flokkinum.

- Eg veit, at nógv eru óttafull og nøkur eru hjálparleys. Eg ynski, at tú skalt vita, at tú ert ikki einsamallur ella einsamøll, segði Melania Trump í byrjanini av síni røðu.

Hon segði, at maður hennara fer ”at gera alt hann kann fyri at taka sær av øllum, ið eru rakt av hesi ræðuligu farsótt”.

Melania lovaði, at umsitingin hjá Trump ”ikki fer at gevast við stríðnum, fyrr enn ein lekjandi viðgerð ella koppseting er atkomulig fyri øll”, skrivar Ritzau.

Røðan, sum Melania Trump helt á landsfundinum týsdagin verður mett at vera týdningarmesta røða hennara síðan floksfundin í 2016.

Hon nýtti ein part av røðuni av verja mann sín fyri sítt ofta harðliga tónalag.

- Vit vita øll, at Donald Trump ikki dylir fyri hvat hann hugsar. Fullkomið falsloysi er tað, sum vit borgarar hava uppiborið frá okkara forseta. Líka mikið um tær dámar tað ella ei, so veitst tú altíð, hvat hann hugsar.

- Tað er tí, at hann er ein ektaður persónur, ið elskar hetta landið og fólkið, og hann vil áhaldandi gera tað betri, segði Melania.

Floksfundurin hjá republikanarunum byrjaði mánadagin og endar hósdagin. Á øðrum degi hildu hesi røðu, umframt forsetafrúuna: Mike Pompeo, uttanríkisráðharri, sonur Trumps, Eric Trump og dóttirin Tiffany Trump. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder