Eftir átta vikur við útfaringarforboði um næturnar, er forboðið í avsralska stórbýnum Melbourne nú avtikið.
Melbourne liggur í statinum Victoria, sum í dag boðar frá, at fimm nýggir smittutilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið – lægsta økingin síðan juni.
2. august vórðu strong tiltøk sett í verk fyri íbúgvar í Melbourne og økinum kring býin. Orsøkin var, at økið tá hevði skrásett umleið 700 smittutilburðir í eitt samdøgur.
Men í dag verður spakuliga latið uppaftur.
Umframt at útfaringarforboðið millum klokkan 21 og 5 er farið úr gildi, kunnu 127.000 fólk fara aftur til arbeiðis, og fimm fólk úr tveimum ymiskum húsarhaldum kunnu nú hittast.
Tiltøkini verða tó ikki linkað meira fyribils, sigur Daniel Andrews, forsætisráðharri í Victoria.
Sambært Avstralska forsætisráðharranum, Scott Morrison, er avtøkan av útfaringarforboðnum eitt lítið men týðandi stig. Hann heitir tó á Victoria um at lata enn meira upp.
– Afturlatingin hevur longu varað longur enn tað, sum flestu íbúgvar í nógvum av heimsins býum hava verið úti fyri. Vit stúra framvegis sera nógv fyri tær avleiðingar, sum drúgva afturlatingin hevur fyri sálarheilsuna hjá borgarum í Melbourne, sigur hann.
Fleiri enn 20.000 tilburðir eru skrásettir í Victoria tilsamans, og av teimum hava 787 latið lív. Victoria verður roknað sum avstralski koronamiðdepilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald