Innanlands

Meldaði bilurin funnin

Løgreglan eftirlýsti ein Toyota Corolla í gjárkvøldið. Eigarin hevði ikki sæð hann í ellivu dagar, men nú veit hann, hvar hann er

Bilurin ið varð eftirlýstur í gjár (Mynd: Føroya Politi)

Bilurin ið varð eftirlýstur í gjár (Mynd: Føroya Politi)

2019-10-26 09:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið boðaði løgreglan á Facebook frá, at ein bilur, ein reyður Toyota Corolla frá 2004 varð fráboðaður stolin av Giljanesi. 

Les meira: Bilur stolin av giljanesi

Vakthavandi sigur, at tað gekk bert ein hálvur tími, til ein borgari í Havn gjørdi vart við, at hann vist, hvar bilurin stóð, og at hann hevði staðið á sama stað í áleið eina viku.

Eigarin meldaði bilin stolnan hósdagin. Hann hevði hildið, at onkur í familjuni hevði bilin fram til tá. Hann fekk í gjárkvøldið fáboðan frá løgregluni um, hvar bilurin var, at varð biðin um at kanna, um nýggit skaðar eru á honum.

Annars upplýsti vakthavandi, at tað hevði var sera friðarligt í nátt. Í dag skal løgreglan millum annað halda skil á ferðsluni í Gundadali í samband við FM-finaluna.  


 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder