Innanlands

Melduródn rakt Dallas

Yvir 100.000 heim vóru uttan streym í morgun, men eingin fólkaskaði hevur verið

Ódnin yvir Dallas (Mynd: CNN)

Ódnin yvir Dallas (Mynd: CNN)

2019-10-21 09:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Amerikanskir miðlar skriva, at ein melduródn í Dallas, størsta býnum í statinum Texas, hevur havt umfatandi skaðar við sær í  – serliga í norðara partinum av býnum.

Í nátt okkara tíð rakti melduródnin, og stutt eftir midnátt amerikanska tíð rakti hon aftur. Ódnin hevur havt við sær skaðar á bygningar og ymiskt í stórbýnum. Fox 4 News skrivar, at yvir 100.000 heim høvdu ongan streym í morgun. Tó eru eingin fólkaskaði fráboðaður.

Í dag eru fleiri skúlar stongdir, men vandin er allarhelst av. Tað er ikki so óvanligt, at slíkar ódnir raka í statinum, ið er sunnaliga í USA, men talan var um ein melduródn, ið rakti við nógvari megi 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder