Mentan

Melodi Grand Prix: Sissal er við aftur í ár

Hoyr sangin, sum Sissal syngur hesaferð

2026-01-22 09:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmarks Radio hevur í dag avdúkað teir átta sangirnar og sangararnir, sum skulu kappast um at umboða Danmark í Eurovision Song Contest í ár.

Og aftur hesaferð er føroyska Sissal Jóhanna Norðberg ein av sangarunum. Sissal vann donsku undankappingina í fjør við sanginum ’Hallucination’, sum gjørdist nummar nummar 23 í finaluni, ið varð hildin í Sveis. Hóast sangurin endaði aftarlaga í finaluni, so megnaði føroyska sangarinnan at fáa danska íkastið víðari til sjálva finaluna fyri fyrstu ferð síðan 2019.

Hesaferð skal Sissal singja sangin ’Infinity’. Sangurin verður lýstur sum ein ’elektroniskur popp-baskari’, ið verður sungin á bæði enskum og donskum.

Sissal hevur sjálv verið við til at skriva sangin saman við royndum Eurovision fólkum, sum eitt nú hava verið við til at skriva svenska vinnarasangin frá 2015, ’Heroes’, og ’Tatoo’ ið tryggjaði svensku Loreen sín næsta Eurovision-sigur í 2023.

Tey, ið hava skrivað ’Infinity’ eru Sissal, Chris Chordz, Malte Johansen, Joy Deb, Linnea Deb og Jimmy Joker. 

- 'Infinity' er á ein hátt ein lítil magiskur alheimur í sær sjálvum. Hann er vovin saman av lutum frá poppi og elektroniskum tónleiki, men eisini onkrum meira bleytum og sárbærum úr norðurlendskum vísum, sigur Sissal um hennara sang.

Hoyr 'Infinity' her:

Danska undankappingin, Melodi Grand Prix, verður hildin 14. februar í Frederikshavn. Vinnarin sleppur við til finaluumførini í Wien í Eysturríki í mai.

Hinir luttakararnir í Melodi Grand Prix eru:
Emil Otto við ’Copenhagen Noir’
Ericka Jane við ’Death of Me’
Lasse Skriver við ’Roaring Heart’
Late Runner við ’Can U Feel It?’
Myrkur við ’Touch My Love and Die’
Sander Sanchez við ’Two Spirits’
Søren Torpegaard Lund við ’Før vi går hjem’


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder