Tá Dansk Melodi Grand Prix 2020 fer av bakkastokki í kvøld, verður tað eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár. Tað verður nevniliga heilt uttan áskoðarar.
Eftir at myndugleikarnir í gjár heittu á fólk um at avlýsa ella útseta tiltøk við fleiri enn 1000 luttakarum orsakað av coronavirusinum, hevur Danmarks Radio tikið avgerð um at hava tiltakið uttan áskoðarar.
Tá DR í kvøld sendir beinleiðis frá tiltakinum, sum verður í Royal Arena í Keypmannahavn, verður sostatt eingin áskoðari at síggja í rúminum.
Allir sangirnir, sum verða at hoyra í kvøld, kunnu eisini finnast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald