Uttanlands

Menningarnóttin í Reykjavík avlýst

Samstundis er stóra maratonrenningin í íslendska høvuðsstaðnum útsett í ein mánaða

2021-08-05 09:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Reykjavíkarbýur hevur avlýst sína siðbundnu mentanarnátt ella ‘menningarnótt’, orsaka av korona, og serliga smittandi delta-frábrigdinum, ið serliga rakar børn og tannáringar.

Tað boðaði býarstýrið í Reykjavík frá í gjár.

Hetta er annað árið á rað at mentanarnáttin, ið skuldi verið hildin 21. august í ár verður avlýst orsaka av korona. Mentanarnáttin í Reykjavík verður altíð hildin fyrsta leygardag eftir 18. august, sum er ‘føðingardagur’ Reykjavíkar. Vanliga vitja yvir 100.000 fólk býin hetta kvøldið.

Samstundis boðaði Íþróttabandalag Reykjavíkur eisini, at tað heldur ikki verður nakað Reykjavík Marathon í sambandi við mentanarnóttina.

Marathon renningin er ístaðin útsett í ein mánaða til 18. september. Rennikappingin verður í ár skiðað soleiðis, at rennararnir verða sendir avstað í bólkum á 500, og at mál og startur verður á ymsum støðum fyri at tað ikki skulu vera so nógv fólk savnað á sama stað.

Umleið 2.000 útlendingar hava meldað seg til Reykjavík Marathon í ár. Frímann Ferdinansson, formaður fyri ítróttarráðnum í Reykjavík sigur við Morgublaðið, at teir rennarar, ið hava meldað seg til, og ikki kunnu vera við í september, kunnu koma næsta ár ístaðin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder