Innanlands

Menninir áttu góð 60 prosent av útgoldnu lønunum

Í september vórðu 910 milliónir krónur útgoldnar í lønum, ið sambært Hagstovuni er stívliga 30 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2021-10-14 21:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, vaksa lønargjaldingarnar nú aftur.

Í september í ár vórðu góðar 910 milliónir krónur útgoldnar í lønum, ið eru stívliga 30 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

Menninir áttu um 560 milliónir av lønargjaldingunum, sum svarar til góð 60 prosent av útgoldnu lønunum, meðan kvinnurnar áttu 350 milliónir.

Tilsamans fingu menninir 16 milliónir meira enn sama mánað í fjør, og kvinnurnar fingu 15 milliónir meira.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder