Trey Parker og Matt Stone, menninir handan amerikonsku røðina "South Park", hava undirskrivað eina stóra avtalu fyri 900 mió. dollarar (5,6 mia. í okkara krónum).
Avtalan snýr seg um at gera seks nýggjar sesongir og 14 nýggjar filmar um "South Park"-heimin fram til og við 2027.
Avtalan er gjørd við fyritøkuna ViacomCBS, og hevur hon við sær, at nýggja "South Park"-tilfarið verður víst á stroymingartænastu teirra, Paramount+, skrivar Ritzau.
"South Park" er ein teknifilmsrøð, sum fyrstu ferð varð víst í 1997. Higartil eru gjørdar 23 sesongir við tilsamans 309 partum. Røðin fylgir teir fýra dreingirnar Stan Marsh, Kyle Broflovski, Eric Cartman, og Kenny McCormick. Røðin er kend fyri at viðgerða aktuel evni á satiriskan og bersøgnan hátt.
Higartil er bert ein "South Park"-filmur gjørdur. Hann varð frumsýndur í 1999. Sambært Matt Stone hava teir verið nøgdir við at arbeiða við røðini, og tí hava teir enn ikki gjørt fleiri filmar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald