Uttanlands

Menninir hava tað gott í tunnlinum

Fyrstu myndirnar av teimum 41 innistongdu tunnilsarbeiðarunum eru komnar út úr fjallinum

2023-11-21 08:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun komu fyrstu myndirnar út frá teimum 41 monnunum, sum síðan 12. november hava sitið innistongdir í einum tunnli í India.

Tunnilsarbeiðararnir hava verið innistongdir eftir at loftið rapaði 200 metrar inni í tunnlinum.

Í myndini síggjast menninir standa inni í tunnlinum og samskifta við bjargingarfólk.

- Hava tit tað gott, spyr eitt av bjartingarfólkunum tunnilsarbeiðararnar á videofilminum.

- Ja, vit hava tað fínt, svarar tunnilsarbeiðarin.

Sambært myndugleikunum hava menninir ljós inni í tunnlinum. Teir fáa eisini fríska luft, mat, vatn og heilivág inn gjøgnum nøkur rør, sum ikki hava tikið skaða í lopinum.

Tað ber eisini til at senda kikarar gjøgnum rørini, og tað er ígjøgnum hesar, at myndirnar eru komnar.

Arbeiðið við at bjarga teimum 41 monnunum útaftur gongur spakuliga, og hevur verið rakt av óhappum. Nú er ætlanin at grava eina gongd úr erva niður til arbeiðararnar fyri at fáa teir út tann vegin.

Menninir hava frá einum sálarlækna fingið boð um at ganga túrar inni í tunnlinum, at íðka joga og tosa nógv við hvønn annan fyri at halda seg virknar, skrivar Reuters.

Les eisini: Hava sitið innistongdir í tunnli í níggju samdøgur 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder