Innanlands

Menninir sita á tungu nevndarsessunum

Í almennum nevndum og ráðum er yvirskipaða kynsbýtið soleiðis, at menn sita í 63 prosent av nevndarsessunum, meðan kvinnur sótu í 37 prosent av sessunum. Tað vísti ein lýsing, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørdi í 2020

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-21 17:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

JAF: Í 2020 gjørdi Javnaðarflokkurin á Fólkatingi eina lýsing av vantandi javnstøðuni í Føroyum.

Partur av tí arbeiðinum snúði seg um kynsbýtið í almennum nevndum og ráðum. Yvirskipaða kynsbýtið vísti, at menn sótu í 63 prosent av nevndarsessunum, meðan kvinnur sótu í 37 prosent av sessunum.

Sambært javnstøðulógini skal kynsbýtið í almennum nevndum vera umleið javnt, og í undantøkum verður miðja ímóti, at annað kynið ikki umboðar meira enn 60 prosent av sessunum. Yvirskipaða kynsbýtið er sostatt rættiliga tætt uppat tí, sum javnstøðulógin áleggur.

Hyggja vit tó eftir kynsbýtinum í teimum nevndum og sessum, sum geva mest í persónligari samsýning, so er myndin øðrvísi: Av teimum 11 sessunum, sum geva størsta samsýning, sita menn í níggju, meðan kvinnur bert sita í tveimum sessum.

Tað sæst altso ein greiður samanhangur millum lønsemi og kyn í nevndar- og ráðsessum. Kvinnur sita meira sannlíkt í minni lønsomum nevndum, meðan menn meira sannlíkt sita sum formenn, tá ið samsýningin er høg.

Greiningin vísir eisini sum heild, at javnstøðan yvirhøvur er góð, har sum lønsemið er lágt, men at menn eru sterkt yvirumboðaðir í hægst avløntu nevndarsessunum.

Greiningin kann lesast her.

Parturin um almennar nevndir og ráð er á síðu 56.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder