Innanlands

Mentamálanevndin á høvuðsstaðarráðstevnu

Hetta er liður í samstarvi, sum mentamálanevndirnar í ymsu høvuðsstøðunum hava havt í eini 20 ár. Ráðstevnan í ár hevur sum evni mentan, list og býarmenning við serligum denti á nærleikan til sjógvin

2022-05-06 18:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð er í hesum døgum á norðurlendskari høvuðsstaðarráðstevnu í Helsinki.

Hetta er liður í samstarvi, sum mentamálanevndirnar í ymsu høvuðsstøðunum hava havt í eini 20 ár. Annaðhvørt ár er slík politisk ráðstevna.

Ráðstevnan í ár hevur sum evni mentan, list og býarmenning við serligum denti á nærleikan til sjógvin. Allir høvuðsstaðirnir eru í tilgongd at broyta havnir og strandaøki til nýggj býarumhvørvi við denti á bústaðir, mentan og trivna.

Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, greiddi í framløgu frá um gongdina í Tórshavnar kommunu, m.a. um nýggju heildarætlanina fyri Eystara Havnaøkið, har mentan og trivnaður eru stórir partar av broytingini.

Umframt framløgur verður eisini vitjað ymsastaðni í Helsinski. Vitjað verður m.a. í nýggja og viðurkenda bókasavninum Oodi.

Samstarvandi kommunurnar eru Helsinki, Mariehamn, Stokkhólmur, Keypmannahavn, Oslo, Tórshavn og Reykjavík.

Við á ferðini eru Annfinn Brekkstein, nevndarformaður, Kristianna Winther Poulsen, Annika Olsen og Ruth Vang, nevndarlimir, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder