Mentan

Mentanardagar 2020 avlýstir

Mentanardagarnir í Fuglafirði verða aftur 2. – 5. september 2021, boðar Fuglafjarðar kommuna frá

Mynd: Fuglafjarðar kommuna

Mynd: Fuglafjarðar kommuna

2020-08-07 12:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mentanardagarnir í Fuglafirði, sum eftir ætlan skuldu vera 3.- 6. september eru avlýstir sambært koronatilráðingunum, boðar Fuglafjarðar kommuna frá.

Teir verða aftur komandi ár 2.- 5. september 2021.

– Tó loyva vit dreymunum at liva, og heita í hesum sambandi á fólk um at seta orð á sínar dreymar um Fuglafjørð, senda okkum teir og luttaka í dreymaframsýning okkara, sum vit seta upp í býarrúminum tá Mentanardagarnir annars skuldu verið. Framsýningin verður tikin niðuraftur áðrenn kommunuvalið í heyst.

Meira um hetta kann lesast her.

– Ein spennandi og fjølbroytt skrá fyri Mentanardagar 2020 var annars við at vera liðug, har tú m.a. kundi gleða teg at vitja stóra mattorgið, kassabilakappkoyringina, regnskjólagøtuna, hugnaligu ommukaféina í Ribarhúsi, matupplivingar, svimjihyljakonsert, framsýningar, havakonsert, gummibátakappróður, fjøruflirr, víkingavitjan, bommaríið, gongutúrar, barnaloppu- og unikamarknaðin. Tær nógvu góðu konsertirnar, eitt nú tær í Mentanarhúsinum við Bárði á Lakjuni, Hamradun og Hamferð saman við norðurlendskum gestaartistum, arbeiða vit nú við at flyta til komandi ár, sigur kommunan í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder