Mentan

Mentanardagar í Sunda Kommunu avlýstir

Mánakvøldið varð endalig avgerð tikin av trivnaðarnevndini, at eingir mentanardagar verða í Sunda kommunu í ár. Orsøkin er smittuvandi í sambandi við koronu-farsóttina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-20 08:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunda Kommuna: Í mong ár hava mentanardagar verið hildnir miðskeiðis í september mánaða. Tiltakið hevur breiða undirtøku millum borgarar og vitjandi, og tað er tí við sorgblídni, at vit nú avlýsa tiltakið, sum er størsta árliga tiltak í Sunda kommunu.

Endamálið við mentanardøgum er, at samansjóða fólkið, ið her býr, og at fjálga um mentanina her á staðnum. Tiltøkini eru sum meginregla ókeypis, fyri allar aldursbólkar, og spjatt runt um í øllum bygdum í Sunda kommunu.

Ætlanin er, at koma sterkt aftur í 2021, tá Mentanardagar eftir ætlan verða í bygdunum í Sunda kommunu frá hósdegnum 9. september til leygardagin 18. september.

Ímeðan vit bíða, kunnu vit líta aftur á, hvussu stuttligt tað var í 2019. Myndir frá mentanardøgunum í 2019 síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder