Mentan

Mentanardagar í Sunda kommunu: Listaframsýning í Hósvíkar skúla

Listafólkini, sum sýna fram grafikk, eru øll limir í ListGraFo, og er hetta fyrsta stóra felagsframsýning hjá teimum við heili 62 orginalverkum – Framsýningin letur upp kl. 11 í dag

2021-09-11 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunda kommuna hevur bjóðað seks av Føroya fremstu listafólkum at sýna fram í Hósvíkar Skúla á Mentanardøgunum í kommununi, sum eru í hesum døgum.

Talan er um Tove Askham, Ann Mari Dam, Bárður D.C., Astri Luihn, Jóna Rasmussen, og Kári Svensson.

Tað, sum er sermerkt, er at listafólkini sýna fram grafikk, ein myndlistagrein við langari traditión í Føroyum, við pionerum sum Elinborg Lützen og Janus Kamban.
Í dag eru eisini nýggjari teknikkir sum digital prent, og samstundis verða eldri teknikkir varðveittir, sum linoprent, træprent, etjingar (koparprent) og steinprent, sum verða atsíggja á framsýningini.

Tey, sum sýna fram eru øll limir í ListGraFo, og er hetta fyrsta stóra felagsframsýning hjá teimum við heili 62 orginalverkum.

Framsýning letur upp í dag, leygardagin 11. september klokkan 11, og er hon opin til klokkan 16.

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu sigur nøkur orð og setir framsýninga. Framsýningin er opin allar gerandisdagar í komandi viku frá klokkan 9 – 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder