Mentan

Heiðrikur á Heygum starvsløn í eitt ár

Mentanargrunnur Landsins hevur latið stuðul til í tilsamans 104 mánaðir til 41 umsøkjarar. Hesi fingu stuðul

Heiðrikur á Heygum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Heiðrikur á Heygum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-29 17:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt ár til Heiðrik á Heygum. Seks mánaðar til Arnold Ludvig, Høgna Mohr, Lenu Anderssen, Magnus Johannessen, Rakel Helmsdal, Steintór Rasmussen og Trygva Danielsen. Sjey umsøkjarar fingu 3 mánaðir, sjey 2 mánaðir, og sekstan ein mánað.

Tað er stuðulin sum Mentanargrunnur Landsins letur hesaferð. Grunnurin veitir stuðul í 104 mánaðir til 41 umsøkjarar.

Grunnurin fekk 16 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr.

Nevndin hevur avgjørt at lata fýra umsøkjarum íversetanarstuðul.

Tey eru Andras Olsen, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Silja Strøm og Súsanna Tórgarð.

Grunnurin fekk tilsamans 126 umsóknir. 111 umsóknir til starvsløn. 29 søktu um trý-ára starvsløn, 36 um eitt ár. Í alt varð søkt um starvsløn til 137 ársverk.

Yvirlit

(12 mðn) Heiðrikur á Heygum, Filmslist/tónleikur
(6 mðn) Arnold Ludvig, Tónleikur
(6 mðn) Høgni Mohr, Bókmentir
(6 mðn) Lena Anderssen, Tónleikur
(6 mðn) Magnus Johannessen, Tónleikur
(6 mðn) Rakel Helmsdal, Bókmentir/Sjónleik
(6 mðn) Steintór Rasmussen, Bókmentir
(6 mðn) Trygvi Danielsen, Bókmentir/Tónleik/Filmslist
(3 mðn) Anna Katrin Egilstrøð, Tónleikur/Filmslist
(3 mðn) Anton Petersen, Filmslist
(3 mðn) Marianna Mørkøre, Filmslist/tónleikur
(3 mðn) Mikael Blak, Tónleikur
(3 mðn) Pauli í Sandagerði, Tónleikur
(3 mðn) Rannvá Holm Mortesen, Bókmentir/Myndlist
(3 mðn) Sakaris Stórá, Filmslist
(2 mðn) Herluf Lützen, Tónleikur
(2 mðn) Kim Simonsen, Bókmentir
(2 mðn) Kinna Poulsen, Bókmentir
(2 mðn) Lena Nicolajsen, Bókmentir/Myndlist
(2 mðn) Lív Maria Jæger, Bókmentir
(2 mðn) Lyon Hansen, Tónleikur
(2 mðn) Oddfríður M. Rasmussen, Bókmentir
(2 mðn) Rógvi á Rógvu, Tónleikur
(2 mðn) Uni Reinert Debes, Tónleikur
(2 mðn) Unn Paturson, Tónleikur
(1 mðn) Alda Mohr Eyðunsdóttir, Myndlist
(1 mðn) Andrej Melnikov, Týðing
(1 mðn) Anja Tell, Týðing
(1 mðn) Annika Johannessen, Sjónleikur
(1 mðn) Elin Henriksen, Týðing
(1 mðn) Hugin Eidi, Týðing
(1 mðn) Jákup Sørensen, Týðing
(1 mðn) Jasmin Mote, Tónleikur
(1 mðn) Kjartan Hansen, Sjónleikur
(1 mðn) Kristina Sundar Hansen, Sjónleikur
(1 mðn) Mariann Hansen, Sjónleikur
(1 mðn) Ola Nordskar, Týðing
(1 mðn) Ole Wich, Myndlist
(1 mðn) Sanna A. Dahl, Týðing
(1 mðn) Sofía Nolsøe Mikkelsen, Sjónleikur
(1 mðn) Villiam Joensen, Tónleikur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder