
Á sumri í 2022 skal eitt nýtt Mentanarhús til 60 mio. krónur standa liðugt í Klaksvík.
Talan er um gamla Posthúsið í býnum, sum verður bygt út. Posta, sum hevði verið í húsinum, síðan 1960ini, flutti út mánadagin.
Hóast arbeiðið hevur verið eitt sindur órógvað av korona og kalda veðrinum, so verður mett, at bæði tíðarætlanin og kostnaðarætlanin fer at halda, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu.
– Posta skuldi nokk verið farið út eitt sindur fyrr, men tað var fyri, at vit kundu koma meira í báðum bygningunum og umvæla bæði tað gamla og tað nýggja. Fyrst og fremst gera vit tað gamla liðugt – lukka tað inni – og so fara vit í holt við hin bygningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald