Visit Tórshavn: Mentanarnáttin 2020 í Havn er avlýst. Orsøkin er smittuvandi í sambandi við koronu-farsóttina.
Seinastu mongu árini hevur Mentanarnáttin verið fyrsta fríggjadag í juni mánaði, men koronu-tilmælini gjørdu, at fyrireikararnir í fyrstu atløgu útsettu Mentanarnáttina í ár til 11. september.
Tá varð møguleikin at avlýsa Mentanarnáttina eisini umrøddur, men í fyrstu atløgu varð gjørt av at útseta til í september.
Men nú er so greitt, at eingin Mentanarnátt verður í ár.
Fyrireikararnir vísa á, at nógv tíð og orka verður løgd í at fyrireika og at leggja skrá og tiltøk til rættis, og byrjast má í góðari tíð. Men tað er enn ivasamt, hvussu støðan við koronu verður í september, og tí ber illa til at gera neyvar fyrireikingar.
Tí varð tað hildið vera skilabest at avlýsa Mentanarnáttina í ár og í staðin fyrireika seg til at koma sterkt aftur fríggjadagin 4. juni í 2021, tá Mentanarnátt eftir ætlan aftur verður í Havn.
Mentan
Mentanarnáttin í Havn avlýst
Fyrst varð hon útsett, men nú er Mentanarnáttin 2020 í Havn avlýst
(Mynd: Visit Tórshavn)
2020-08-05 11:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald