Á býráðsfundi í februar samtykti býráðið at arbeiðast skuldi fram ímóti at skipa fyri eini mentanarviku í Vága kommunu. Nú er greitt, at hetta verður veruleiki skjótt.
Vága kommunu skrivar á heimasíðu sínari, at farið varð í gongd beinanvegin. Skjótt varð avgjørt, at mentanarvikan skuldi leggjast síðstu vikuna í mai.
- Vanliga er umhvørvisvikan hjá kommununi eisini í mai, og í ár varð avgerð tikin um at brúka allan mai mánaða til at varpa ljós á náttúru og umhvørvi við fjølbroyttum tiltøkum undir heitinum 'Undurfagri mai'.
Heitið er funnið í sanginum 'Mai' hjá Tummas Napoeleopn Djurhuus. Undurfagri mai hjá Vága endar við einari mentanarviku í døgunum 26. mai til 1. juni.
Mentanarvikan verður kallað 'Maisól' við íblástri úr gomlu føroysku sundurbýtingini av árinum eftir tendringum: Jólasól, Torrasól, Gøsól, Einmánasól, Vársól o.s.fr. Maisólin fer at varpa ljós á Vága kommunu við einari rúgvu av forvitnisligum mentanartiltøkum fyri borgarar og vitjandi í øllum aldri í allari kommununi, skrivar vaga.fo, ið fer at kunna nærri um hetta í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald