2022-04-20 10:06
Seinastu árini hevur Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verið órógvað av korona, men í ár verður lagt frá landi, tá síðsta vikan í mai fer í gongd.
Setanin er á skránni í Gulu Smiðju í Saltangará sunnudagin 24. apríl klokkan 14. Møguleiki er fyri at renna við Roysninum ella súkkla við Rynkeby til setanina.
Longu sunnudagin er nógv á skránni og hildið verður fram við konsertum og øðrum í Løkshøll, listaframsýningum, tiltøkum úti o.s.fr eina viku fram.
Runavíkar kommuna hevur nú kunngjørt skránna, ið sæst her.
Til ber eisini at síggja meira á visitrunavik.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald