Mentan

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu nærkast endanum

Fyriskipararnir fegnast um góðu undirtøkuna frá bæði lokalum og gestum úr øllum landinum

(Mynd: Rógvi Langgaard)

(Mynd: Rógvi Langgaard)

2024-04-27 15:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu hevur nú verið í gongd í eina viku, og ein ørgrynna av tiltøkum hava verið á skránni. Fyriskipararnir fegnast um góðu undirtøkuna frá bæði lokalum og gestum úr øllum landinum.

Hóast vit nú nærkast endanum av ársins mentanarviku, er nógv spennandi eftir at uppliva.

Leygardagur
Í Funningi er í dag stórt víkingatiltak fyri børn við heitinum ”Grímsleikir,” og í Æðuvík eru Bóndagarðsdagar fyri alla familjuna, retro-kafé og pubquiz, felagssangur og konsert við Jens Marna Hansen og Sámali Ravnsfjall í neystinum hjá Karhild. Pop-up marknaður er í Skótahúsinum við Løkin alt vikuskiftið umframt mangt annað.

Sunnudagur
Umframt víkingatiltak og annað hendan dagin, eru forkunnugar konsertir eisini á skránni. Kl. 14-15 spæla Lív Næs og Tróndur Enni í hugnaligu kirkjuni í Elduvík. Eftir konsertina hevur skúlin opið, har drekkamunnur er at fáa og til ber at síggja myndir frá myndaskeiðnum, sum var í Elduvík fríggjadagin 26.apríl.

Kl. 15. hevur hevur Bergur D. Hansen fyrilestur um Viderø og vitalismu í Glyvra kirkju. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, innleiðir.

Ársins Mentanarvika endar í Rituvíkar kirkju, har Døgg Nónsgjógv spælir nøkur løg av EP’ini  ”Døggfallin” umframt nøkur spildurnýggj løg.

(Myndir: Rógvi Langgaard)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder