
Sunnudagin 25. apríl klokkan 15 verður skipað fyri flaggdagshaldi í Runavík. Samstundis verður stóra vikulanga mentanarvikan í Runavíkar kommunu eisini sett.
Sum vant verður flaggdagshaldið við Skótahúsið við Løkin. Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og setir mentanarvikuna 2021. Síðani heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, flaggdagsrøðuna.
Aftaná verður ein drekkamuður í skótahúsinum, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri, upplýsir Visit Runavík í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald