Í døgunum frá mánadegi 29. apríl til sunnudagin 5. mai er Mentanarvika í Vági. Komandi dagarnir verður varpað ljós á ymisku tættirnar í skránni. -Og skráin er fjøltáttað og spennandi og fevnir um bæði tónleik, konsertir, framsýning, fyrilestur um list, ítrótt og rørslu og mangt annað – og ikki minst er eitt nýtt spennandi annarleiðis tiltak á skrá undir heitinum Matgonga.
Millum spennandi tiltøkini Mentanarvikuna er áhugaverdur fyrilestur í Miðlatúni undir heitinum: “Asnaspark til list og listabrúk… – Hvat kann listin elva til í nærumhvørvinum?”. Tað er listamaðurin Ole Wich, sum kemur at hava hendan fyrilesturin um list í almenna rúminum, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Fyrilesturin verður í Miðlatúni mánadagin 29. apríl.
Tiltøkini á Mentanarvikuni í Vági verða umrødd á heimasíðuni hjá Vágs kommunu komandi tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald