Innanlands

Mentanarvikan verður sett við einum braki

Borgarstjórin setir mentanarvikuna stutt eftir klokkan 14 sunnudagin í Gulu Smiðju, sum nú letur hurðarnar upp fyri almenninginum aftur í nýggjum hami. Møguleiki er at súkkla ella renna til setanina, har eisini nógvur ymiskur tónleikur verður á skránni

Setanin verður 24. apríl klokkan 14:00 í Gulu Smiðju á Heiðavegur í Saltangará, har ymikst verður at uppliva og at fáa

Setanin verður 24. apríl klokkan 14:00 í Gulu Smiðju á Heiðavegur í Saltangará, har ymikst verður at uppliva og at fáa

2022-04-22 11:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Runavíkar kommuna bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin til setanina, sum í ár verður í Gulu Smiðju. Eyðkendi guli smiðjubygningurin er nýggja ungdóms- og virkishúsið, sum júst til setanina sunnudagin tann 24. apríl letur hurðarnar upp fyri almenninginum.

Tónleikurin á pallinum spennir víða. Um tær dámar klassiskan tónleik, punk ella okkurt mitt ímillum, so er lagamanni at leggja leiðina framvið, tí skráin er fjørbroytt.

Umframt tónleik so bjóða Rynkurnar og Roysnið øllum at fylgjast til setanina.Tað verður súkklað ella runnið úr hvør sínum heraðshorni – og øll enda í Gulu Smiðju.

Setanin verður 24. apríl klokkan 14:00 í Gulu Smiðju, Heiðavegur í Saltangará. Til høvið verður súpan, kaffi og lagkøka at fáa í Gulu smiðju. Nærri kunning um súkklu- og renniteinin á visitrunavik.fo.

Skráin:
kl. 14:00 Súkklutoymið og Roysnið koma til Gulu Smiðju
kl. 14:10 Borgarstjórin setir mentanarvikuna
kl. 14:10 Gula Smiðja letur dyrnar upp
kl. 14:25 Musikkskúlanæmingar
kl. 14:35 Kári Sverrison
kl. 14:50 Joe & the Shitboys
kl. 15:10: Allan & Edith
kl. 15:25 Áron

Aftaná setanina av Mentanarvikuni verður sett hol á alskyns áhugaverd tiltøk í ymsu bygdunum í kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder