Mentan

Mentanarvirðislønir landsins handaðar í komandi viku

Tiltakið, sum verður mikukvøldið í Løkshøll í Runavík, er bert fyri innbodnum

Í fjør var tað Hanus G. Johansen, sum fekk mentanarvirðisløn landssins (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør var tað Hanus G. Johansen, sum fekk mentanarvirðisløn landssins (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-08 15:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mentanarvirðislønir landsins 2020 verða handaðar í komandi viku.

Tað verður mikukvøldið 13. januar klokkan 19, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fer at handa virðislønirnar í Løkshøll í Runavík.

Av tí, at áskoðaratalið má avmarkast fyri at fylgja tilmælunum, verður tiltakið í ár bara fyri innbodnum. Almenningurin kann tó fylgja við í Kringvarpinum, sum sendir beinleiðis frá Løkshøll bæði í útvarpinum og sjónvarpinum, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Tríggjar virðislønir verða handaðar komandi mikukvøld:

  • Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
  • Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
  • Serstaka virðislønin, sum er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Tá virðislønirnar vórðu handaðar í fjør vóru tað Hanus G. Johansen, Simme Arge Jacobsen, og forlagið Leirkerið, sum fingu hesar virðislønirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder