Mentan

Mentanarvirðislønir landsins verða latnar á Eiði í kvøld

Tríggjar virðislønir skulu handast og byrjað verður klokkan 20 - Kringvarpið sendir úr Kollshøll

Eirikur í Jákupsstovu, her til FMA í Varpinum, skal í ár handað sum landsstýrismaður í almanna- og mentamálum. Hetta í bygdini har hann sjálvur er uppvaksin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eirikur í Jákupsstovu, her til FMA í Varpinum, skal í ár handað sum landsstýrismaður í almanna- og mentamálum. Hetta í bygdini har hann sjálvur er uppvaksin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-21 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður eitt stórt kvøld fyri føroyska mentanarlívið í Kollshøll á Eiði í kvøld.

Seinastu tíðina hava nógv gjørt vart við seg uttanlands, og millum annað vunnið stórar virðislønir. Nú snýr tað seg um "lokalu virðislønirnar".

Tríggjar virðislønir verða handaðar í Kollshøll, sum er gamla fimleikahøllin í bygdini, í kvøld:

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Og tað er Eirikur í Jákupsstovu, sum er á heimavølli. Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, sum kom í sæti tíðliga í ár, er sjálvur av Eiði.

– Handanin av mentanarvirðislønunum eru ein hátíðarløta fyri okkum øll. Virðislønirnar minna okkum á, hvussu stóran týdning list og mentan hava – í sjálvum sær og sum grundarlag undir sjálvsfatan. felagsskapi og trivnaði. Við mentanarvirðislønunum vil landið sýna virðing og takksemi mótvegis teimum, ið eru við til at gera okkara mentan livandi, sterka og sjónliga, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Í fjø vunnu Hanni Bjartalíð, Randi Ward og Beinir Bergsson virðislønirnar.

Talan er um eitt alment tiltak, sum byrjar klokkan 20. Kringvarpið sendir úr Kollshøll

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder