Uttanlands

Meradalur kann fyllast eftir einari viku

Millum 15 og 30 rúmmetrar spræna úr eldgosinum um sekundið

(Mynd: Mbl.is)

(Mynd: Mbl.is)

2022-08-04 19:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um tað heldur fram at goysa við 30 rúmmetrum um sekundið í Meradali á Reykjanesi, so er dalurin fyltur upp um eina viku, sigur eldgosserfrøðingurin Þor­vald­ur Þórðar­son í samrøðu við mbl.is.

Tað spræna nú millum 15 og 30 rúmmetrar um sekundið úr eldgosinum, og um tað heldur sær á 15 rúmmetrum, tekur tað umleið tríggjar vikur áðrenn grótbræðingin hevur fylt dalin.

Floymir yvir í Meradali, kann vegurin á Suðurstrondini, vera í vanda, skrivar Morgunblaðið.

Eldgosið í Meradali er væl størri enn tað sum var við Fagradalsfjall í 2021. Sprungan sum at byrja við var 300 metrar lang er nú minkað til einar 200 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder