2024-09-16 22:44
Sendistova Føroya í Washington D.C. er latin upp og farin undir sítt virkisemi, og Merkið er í dag vundið í húnar hátt uttan fyri House of Sweden, har Sendistova Føroya húsast saman við øðrum sendistovum.
- Samstarvið við USA hevur høga ragfesting fyri landsstýrið, og stovnsetanin av Sendistovu Føroya í Washington D.C. endurspeglar greiða ynskið at styrkja bondini landanna millum enn meir, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal.
Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald