25. mai verður lív í á havnalagnum í Odense. Føroyingafelagið, Frigglaug og Norðuratlantshúsið skipa í felag fyri tiltaki á Byens Ø – staðið, har Norðuratlantshúsið og føroysku neystini hjá Frigglaug standa lið um lið.
Dagurin verður á tremur við tónleiki, undirhaldi, føroyingum og ovmikið av bæði vátum og turrum. Hamradun, Rasmus Lyberth og onnur fara at spæla konsertir, Jacob Haugaard fer at undirhalda, heil bingja av fiskafarsi er bíløgd úr Leirvík, so bæði høgur og lágur fær møguleikan at keypa sær ein fiskaburgara – og so er ætlanin at alt økið skal rúka av føroyskari mentan frá klokkan 14.00 til 23.00.
Tað var longu í 2018 at nevndin í Frigglaug gjørdi av at gera okkurt burturúr, nú Merkið verður 100 ár. Tíðindi um Flaggskipini, ið skuldu sigla úr Føroyum til Keypmannahavnar, vóru komin til Fjóns, og hildið varð, at stuttligt hevði verið, um til bar hjá førunum at steðga á í Odense á leiðini.
Frigglaug er felag í Odense, sum tekst við at umvæla og sigla við norrønum træbátum. Fleiri føroyingar eru í bæði nevnd og limaskara, og møguleikin at sleppa umborð á føroyska slupp í Odense var sera dragandi.
Tað gekk væl at leggja ætlanir. Hópin av útisetum komu á fyrsta kunningarfundin. Samstarvsavtala varð gjørd við Norðuratlantshúsið í Odense og Føroyingafelagið á Fjóni - og so varð farið til verka.
- Nú nærkast, so vit hava úr at gera. Men vit hava gott sjálvboðið arbeiðsfólk, so vit vænta, at alt verður klárt á degnum, sigur Hans Atli Dahl, formaður í nevndini hjá Frigglaug
Eisini onnur tiltøk verða á havnalagnum. Afturvendandi Havnekulturfestivalen er alt vikuskiftið, og sama dag sum føroyska tiltakið er, skipar Føroyingafelagið & Sleipnir fyri kappróðrarstevnu nevnd Sleipnir Regatta. Føroyskir árabátar hjá róðrafeløgnum kring landið koma til Odense at rógva kapp. Tað fer fram á Østre Kaj millum 14:00-17:00.
- Tað verður spennandi at síggja, hvussu móttøkan verður. Vanliga fara eini 30.000 fólk á Havnekulturfestival – men at tey renna seg í føroyskan mat, -mentan, -sluppir og -kappróður á degnum, er nakað nýtt! Vit fara í øllum førum at gera okkara besta at tryggja, at tey eru eina uppliving ríkari, tá tey fara avstað aftur, sigur Rani Lagfoss, formaður í Føroyingafelagnum á Fjóni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald