Mentan

Merkið við á svenska tjóðardegnum í Klädesholmen

Hátíðar halda dagin við sild úr Føroyum

Johan Mortensen og Ingvard Joensen frá Tavuni saman við starvsfólki hjá Klädesholmen Seafood á svenska tjóðardegnum

Johan Mortensen og Ingvard Joensen frá Tavuni saman við starvsfólki hjá Klädesholmen Seafood á svenska tjóðardegnum

2019-06-06 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag er tjóðardagur í Svøríki. Og á einum slíkum degi er siður í Svøríki at eta sild – nógva sild. Ikki so nógv surströmming, sum vit annars hoyrdu um í útvarpinum í morgun, men líka so nógv ella nógv meira ta vanligu sildina, kryddaða ella marineraða.

Ein av størstu framleiðarum av góðskaðari sild í Svøríki er Klädesholmen Seafood. Klädesholmen er lítil oyggj í skergarðinum við vesturstrond Svøríkis, skamt norðan fyri Göteborg.

Og fittur partur av sildini, sum verður virkaður á verksmiðjunum hjá Klädseholmen, kemur frá føroyskum uppsjóvarskipum.

Tað er Tavan í Leirvík, sum letur sildina. Í fjør útflutti Tavan umleið 500 tons av fyrsta floks kryddsild til Klädesholmen Seafood. Henda sildin er nú víðari góðskað og pakkað í ikki minni enn 1,7 milliónir portiónir, sum sviar nú kunnu keypa og borðreiða við á sjálvum tjóðardegnum.

Sillens dag
Úti á Klädesholmen gera tey nakað heilt serligt burtur úr svenska tjóðardegnum. Her hátíðarhalda tey nevniliga samstundis sildadagin, Sillens dag.

Og við til sildadagin eru Ingvard Joensen, stjóri á Tavuni og Johan Mortensen, marknaðarkonsulentur hjá virkinum í Leirvík. Umframt at frøast um tað, sum verður gjørt burtur úr júst sildini, so fegnast teir eisini um, hvussu væl júst sildin úr Føroyum verður móttikin.

- Norðmenn hava ligið tungt á marknaðinum at selja sild til svenska marknaðin. Men við áhaldandi søluarbeiði gjøgnum fleiri ár eydnaðist tað okkum fyri trimum árum síðan at fáa fótin innum, greiðir Johan Mortensen frá.

Tavan hevur fyrr selt rogn til fyritøkuna á Klädesholmen, sum seinastu árini hevur ment seg til at vera millum størstu framleiðaranar av slíkum matvørum.

- Tað var als ikki lætt at sannføra sviar um, at góðskan á okkara sild er minst líka góð, og faktisk nógv betri enn tann norska. Tað hava tey nú eisini uppdagað, og nú vóna vit, at vit kunnu uppliva størri vøkstur á útflutninginum av sild og øðrum uppsjóvarfiski til Svøríkis.

- Sviar konsumera jú sild í heilt stórum mongdum. Serliga dagar sum í dag, tjóðardagin, á miðsummarkvøldinum seinni í hesum mánaðinum og so á jólum. Talan er um gløs og blikk í stórum milliónatali, sum verða keypt og etin slíkar dagar, sigur Johan Mortensen.

[object Object]

Ársins sild – hugskot til eftirtektar
Til henda sildadagin ger Klädesholmen Seafood á hvørjum ári eina serliga ársins sild. Stórur spenningur er á hvørjum ári til hesa vøruna. Í ár var talan um eina marineraða sild við kokus og kili.

- Tíverri varð okkara sild ikki brúkt til ársins sild, tí tað var ein marinerað sild, sum varð vald. Higartil hevur Tavan bert selt kryddsild til Svøríkis, men væntandi kunnu vit gera teimum eina marineraða sild eisini í ár og vænta tá at tað verður føroysk sild í gløsunum við ársins sild, sigur Johan Mortensen.

Sildin, sum Tavan lakar til Klädesholmen Seafood verður gjørd eftir serligari leiðbeining frá keyparanum, sum kemur við uppskriftini til lakan, ið skal brúkast.

Tavan lakar so sildina í smábitar í tunnum, sum síðan verða fluttar til Svøríkis til víðari virkingar.

- Hetta er góð sild. Her talan um víðari góðsking av fólksins ogn á høgum altjóða stigi, sigur Jóhan Mortensen, sum hevði Merkið við til Svøríkis, so hundrað ára gamla føroyska flaggið eisini kundi koma til heiðurs á tjóðardegi svia.

- Tiltakið her er fantastiskt – nakað, sum vit burdu tikið til eftirtektar heima hjá okkum. Hví ikki eisini skipa fyri einum sildsdegi við eini serligari ársins sild í Føroyum eisini? spyr hann. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder