2019-12-20 15:55
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nýggja farmaskipið hjá Smyril Line, er í dag komið í føroyska flotan. Akranes er navnið, og í morgin verður siglt úr týska býnum Lubeck til donsku skipasmiðjuna í Munkebo.
Akranes fer í sigling í millum Hirtshals, Tórshavn og Thorlakshøfn, og siglingin byrjar tann 10. januar.
Manningin telur 26 mans, og harav eru 20 føroyingar.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald