Innanlands

Merkt grind á Føroyabanka

Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka

2024-10-07 14:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku síðan, fór hon suður aftur í Hattondýpið, haðani hon var komin. Men síðan vendi hon aftur móti Føroyum. Komin norður á Bankaryggin, dvaldi hon tveir dagar, áðrenn hon fór inn á Føroyabanka.

Hon steðgaði kortini stutt á Bankanum, og er síðan farin suðureftir, tvørtur um Rosemarybankan, og suður móti Rockall.

Grindin, ið var merkt á Klaksvík fyri trimum vikum síðan, hevur ferðast støðugt suðureftir, fyrst í ein útsynning, men seinastu dagarnar í ein sunnan. Hon er farin fram við Edorasbankanum, ið liggur sunnan fyri Hattonbanka, og er nú í einum øki, ið kallast Eriadorryggurin.

Teinurin, hon hevur ferðast, er góðar 800 fjórðingar.

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder