2020-06-29 12:35
Nú ferðast bæði grindin úr Bø og grindin úr Havn suðureftir. Á heimasíðuni hjá Havstovuni stendur soleiðis:
Merkta grindin úr Bø hevur nú, í fýra dagar, hildið kósini suðureftir. Hon hevur ferðast á djúpum vatni, har dýpið hevur verið umleið 2.500 metrar, og er nú komin suður um 60 breiddarstig.
Merkta grindin úr Havn hevur eisini vent kósini suðureftir, eftir at hon hevur dvalt nakað við Ytsta Banka. Nú er kósin móti Rockall, og er grindin komin suður á 58 breiddarstig. Upprunaliga vóru fýra hvalir merktir í hesi grindini, men tveir sendarar eru tíverri givnir at senda.
(Mynd: Havstovan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald