2020-06-26 11:35
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Merkta grindin úr Bø hevur, eftir at hon vendi á Reykjanesrygginum, ferðast eystur yvir, fram við hellingini av íslendska landgrunninum, og er nú 40 fjórðingar suður úr Vestmannaoyggjum, skrivar Havstovan á heimasíðuna.
Grindin úr Havn hevur verið á Ytsta Banka, men er síðani farin suður av bankanum og tykist at ferðast spakuliga eystur yvir.
Mynd: Havstovan
Grindirnar hava ikki ferðast so skjótt seinastu dagarnar, um ein fjórðing um tíman, ið er nokk so vanligt, tá tær eru komnar á djúpt vatn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald