Innanlands

Merktu springararnir farnir í ymsar ættir

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði 3. september, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir

2022-09-10 09:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir. Tann eini springarin fór skjótt vesturyvir, og hevur síðani ferðast suðuryvir, og er nú sunnan fyri Íslandsryggin.

Eini springarin, ið fór eysturyvir, er steðgaður á 40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Tríggir springarar hava fylgst norður í Norskahavið, men nú er ein av teimum vendur við aftur móti Føroyum.

[object Object]

Hinir báðir springararnir eru í Norskahavinum, norðan fyri 64 stig. Annar av hesum springarunum hevur eitt av gomlu merkjunum, ið samband nú er við annan hvønn dag. Samband er við hinar springararnar hvønn dag.

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder