Innanlands

Mest álit á løgregluni - minst á politisku flokkunum

Nýggj álitiskanning av 16 stovnum og myndugleikum vísir, at føroyingar hava mest álit á løgregluni og minst á politisku flokkunum. 72 prosent hava stórt ella nokkso stórt álit á Fróðskaparsetrinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-12 10:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, stendur á odda fyri eini verkætlan, sum kannar fólksligan hugburð til myndugleikar, vísindi og serfrøði í breiðum týdningi.

Í mai og juni mánaði varð kannað, hvussu stórt ella lítið álit føroyingar hava á ymsu stovnunum og myndugleikunum her á landi. Millum 7- og 800 fólk vórðu spurd, og tað er greiningarfyritøkan, Lóður, sum hevur savnað dáturnar inn fyri Setrið.

Fólk vórðu biðin um at viga síni svar og siga, um tey hava stórt, nokkso stórt, ikki serliga stórt ella einki álit á stovnunum og myndugleikunum á listanum, og ein svarmøguleiki var, at tey ikki vita.

Úrslitið er, at løgreglan hevur mest álit millum tey spurdu, síðani koma dómstólarnir, Fólkakirkjan, Fróðskaparsetrið, Havstovan, fakfeløg, Búskaparráðið, Kringvarp Føroya, landsins stjórn, samkomur/fríkirkjur, Løgtingið, stórar fyritøkur, bankarnir, miðfyrisitingin, privatu miðlarnir og politisku flokkarnir.

Hesi tølini líkjast miðlakanningum í okkara grannalondum, har álitið á almennum public service-stovnum í meðal er hægri enn álitið á privatum miðlum. Hinvegin mangla vit systematiska gransking um miðlaálit og miðlaatferð í Føroyum, og tí er brúk fyri fleiri kanningum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder