Innanlands

Mest kavi komin niður í Suðuroy

Norðoyggjar eru nærum slopnar undan hesaferð

Hvalba í morgun (Vevmynd: Landsverk)

Hvalba í morgun (Vevmynd: Landsverk)

2024-02-06 07:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Koyrilíkindini eru framvegis vánalig í morgun við jarðroki nógvastaðni. 

Men nú er koyrandi til flestu bygdir norðanfjørðs, upplýsti Landsverk fyri Kringvarpinum klokkan 7. Yvirhøvur eru Norðoyggjar slopnar lætt hesaferð, meðan tann mesti kavin er niðurkomin á sunnaru oyggjunum.

Kavaruddingarmaskinurnar eru við at vera komnar oman til Gjáar og til Hellurnar verður eisini koyrandi heilt skjótt.

Á Vestmannavegnum hava verið trupulleikar í nátt. Eitt nú hava nakrir bilar staðið fastir, og tað hevur forðað ruddingararbeiðinum. So í løtuni er bert eitt spor at koyra eftir á Vestmannavegnum.

Tað eru tær sunnara oyggjarnar, sum hava fingið mest kava hesaferð.

Tey eru nú liðug at rudda vegirnar á Sandoynni – bara Skarvanes er eftir.

Í Suðuroy hevur ikki verið koyrandi millum bygda í nátt, men nú er koyrandi millum tær størru bygdirnar. Til Sandvíkar er skjótt koyrandi, men tað tekur eina tíð, áðrenn vegirnir eru ruddaðir til Famjins, Lopra, Akrar og Sumbiar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder