Innanlands

Mest líkt ólavsøku í Vágsbotni í dag

Nú ræður um at skunda sær í býin – um tú vil uppliva og royna allan tann nógva og fjølbroytta sjómatin, ið borðreitt verður við í Vágsbotni og í Tórsgøtu fram til klokkan 17 í dag.

Fitt  børn og glaðir  pápar og mammur í Vágsbotni í dag. Myndir Jan Müller

Fitt børn og glaðir pápar og mammur í Vágsbotni í dag. Myndir Jan Müller

2024-05-04 15:59 Author image
Jan Müller
placeholder

Eitt einastandandi tiltak í frálíkum  veðri og góðum hýri. Í túsundatals av fólki hava leitað sær oman í miðbýin í høvuðsstaðnum frá kl. 11 í morgun. Abbabørn, børn, foreldur og ommur og abbar. Bæði fyri at síggja og smakka og ikki minst at hitta vinir og kenningar.  

Miðbýurin í Havn er enn einaferð  karmur um hugnaliga og hugkveikjandi tiltakið, “Ein dagur á Grynnuni”, ið savnar føroyingar m.a. fyri at fagna góða og staðbundna sjómatin.

Á tiltakinum luttaka kokkar og matfólk úr øllum landinum, umframt gestakokkar úr grannalondum, og frá ovast í Tórsgøtu til niðast í Vágsbotni vera serstakar matoyggjar, har gestirnir kunnu smakka alskyns brellbitar úr sjónum.

Endamálið við afturvendandi tiltakinum er at seta sjóneykuna á virðismikla sjótilfeingið, og talan verður um alskyns nýveidd fiskasløg eftir árstíð.

Umframt leskiligu matupplivingarnar, er eisini  hugfjálgur tónleikur á skránni, og bjóðað verður til góðar matløtur fyri fólk í øllum aldri.

Tiltakið byggir á sjálvboðið arbeiði og vælvild frá vinnuni, og allar matupplivingarnar á degnum eru ókeypis.

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]

Myndir: Jan Müller

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder