Innanlands

MEST og Hiddenfjord hava gjørt sáttmála um tvær tvíkiljur

Onnur verður latin um eitt ár, og hin verður latin í mars 2024. Báðar vera 16 metrar langar og 8 metrar breiðar, og alt arbeiði verður gjørt í Føroyum  – eisini skrokkurin

Tvíkiljurnar verða nýbygningur 116 og 117 á MEST. - Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk og er við til at styrkja um okkara førleikar innan økið, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST

Tvíkiljurnar verða nýbygningur 116 og 117 á MEST. - Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk og er við til at styrkja um okkara førleikar innan økið, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST

2022-11-23 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

MEST ndirskrivaði í gjár sáttmála um at byggja tvær tvíkiljur til alifyritøkuna Hiddenfjord (Luna) í Vágum. Alt arbeiði verður gjørt í Føroyum  – eisini skrokkurin.

- Tvíkiljurnar, sum verða nýbygningur 116 og 117 á MEST, eru báðar 16 metrar langar og 8 metrar breiðar. Tann fyrra verður latin Luna um eitt ár – í november 2023 og hin seinna 4 mánaðir seinni, í mars 2024.

Hesum boðar MEST frá í tíðindaskrivi fyrrapartin.

Báðar tvíkiljurnar verða útgjørdar við tveimum MELCAL kranum har tann eini er FL80T og hin FL23T. Tvíkiljurnar verða veittar við 500 HK motori við “Tier 3” útlátsklassa, hjálpimotori 250 kVA  og 20 tons deksspølum.

Tvíkiljurnar verða eisini útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð, skr

- Aftaná at hava latið havrannsóknarskipið Jákup Sverra í 2020 og fimm tvíkiljur seinastu árini eru vit sera fegin um at fáa møguleikan at byggja tvær tvíkiljur fyri Luna komandi mánaðirnar. Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk og er við til at styrkja um okkara førleikar innan økið, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder