Sáttmáli varð í dag undirskrivaður í Malmø millum MEST og týsku vindmyllurisan Enercon. Við hesi avtaluni skal MEST standa fyri eftirliti og viðlíkahaldi av vindmyllunum hjá SEV í Húsahaga og Neshaga komandi árini.
Avtalan hevur við sær, at starvsfólk hjá MEST skulu luttaka á undirvísing og skeiðum í Svøríki í heyst so at tey fáa førleikar og góðkenningar til at hava eftirlit við og viðlíka vindmyllur. MEST toymið fer komandi árini at luttaka á regluligum skeiðum fyri at alsamt at kunna veita eina tænastu á hædd við tær Enercon veitir kring knøttin.
“MEST hevur seinastu árini miðvíst økt um virksemið á landi. Vit hava seinastu árini havt nógv virksemi innan eitt nú alivinnuna og innan orkuøkið við millum annað fjarhita og orkuverkum”, sigur stjórin á MEST, Mouritz Mohr, í stuttari viðmerking úr Malmø. “Vit vóru í sínari tíð við til at seta vindmyllurnar í Húsahaga upp og kennist tað nú natúrligt at verða við til at viðlíka vindmyllurnar”, endar Mouritz Mohr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald