Innanlands

Mesta tíðin brúkt til avlýsingar og útsetingar

Samskiparin av føroyska formansskapinum fekk eitt øðrvísi ár enn roknað varð við

Rannvá Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Rannvá Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-18 10:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hon skuldi samskipa ein heilan hóp av spennandi ráðharrafundum, embætisfólkafundum og ráðstevnum. Í staðin er árið í ár stórt sæð blivið til fyrireiking, bílegging, tilrættalegging, útseting, avlýsing, nýggjar tilrættaleggingar og aftur útsetingar.

1. november í fjør varð 32 ára gamla Rannvá Poulsen sett í eitt projektstarv í eitt ár hjá NORA at taka sær av praktiska arbeiðinum við at samskipa føroyska partin av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Men árið gjørdist nakað øðrvísi enn Rannvá hevði roknað við.

Tveir fundir hildnir
Hon er útbúgvin ’Tourism and Travel Manager’ í Týsklandi, og hevur eitt nú verið í starvi hjá fyritøkuni GreenGate Incoming við at leggja til rættis túrar hjá útlendskum fyritøkum og ferðafólkum í Føroyum og skipa fyri ráðstevnum.

So hon var væl brynjað, tá hon byrjaði hjá NORA at samskipa tey 28 tiltøkini, tað verði seg fundir, ráðstevnur, seminar og annað, sum skuldi vera í Føroyum í ár, nú Føroyar hevur átikið sær triðingin av danska formansskapinum.

- Vit náddu at halda tveir væleydnaðar embætisfólkafundir áðrenn korona rakti okkum. Gott 20 fólk vóru til hvønn av fundunum í februar. Annar fundurin snúði seg um javnrættindi og hin um arbeiðslív í Norðurlondum, greiðir Rannvá Poulsen frá.

Hevði bílagt 2.200 gistingar
Við ársbyrjan hevði hon bílagt umleið 2.200 gistingar (nætur) á føroyskum gistingarhúsum fyri umleið 800 útlendskum gestum tilsamans.

- Men tá korona rakti okkum í mars var ikki annað at gera enn at royna at útseta hesar bíleggingar. Men so hvørt sum ráðstevnur og fundir eisini blivu avlýst, máttu nógvar hotellbíleggingar tíverri eisini avlýsast.

Nú korona kom til Føroyar í eini nýggjari bylgju bendir nógv á, at føroyski parturin av formansskapinum verður munandi minni enn ætlað.

- Vit hava avlýst fleiri fundir og tiltøk. Tríggir ráðharrafundir og smærri ráðstevnur og tiltøk, ið skuldu haldast í tilknýti til hesar ráðharravitjanir, teljast ímillum avlýstu tiltøkini. Enn er fiskimálaráðharraráðstevnan á skrá, men tað er sera ivasamt, um hon verður, nú nýggja koronabylgjan hevur tikið seg upp.

Arbeiða við koronaráðstevnu
- Vit høvdu eisini lagt eina stóra LON-ráðstevnu í Føroyum í ár (LON: Large Ocean Nations, red.), men henda ráðstevnan er fyribils útsett til 2021.

Størsta tiltakið, sum ætlandi verður í Føroyum í ár verður ein ráðstevna um júst koronastøðuna, sum er sett at vera síðst í november.

- Hetta er ein ráðstevna, sum er komin á skránna síðan. Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum og norðurlendskur samstarvsráðharri, setti tíðliga í korona-tilgongdini fram eitt ynski um at halda eina slíka ráðstevnu, og vit vóna framhaldandi, at tað fer at lata seg gera at fáa hana gjøgnumførda, sigur Rannvá Poulsen.

Rannvá var sett í starv í eitt ár at samskipa føroyska formansskapin. Fyribils er starvsetan hennara nú longd til endan av mars 2021.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder