placeholder
Uttanlands

Met í Danmark: 945 staðfest positiv seinasta samdøgrið

Tilsamans eru nú fleiri enn 40.000 staðfest positiv við covid-19 í Danmark

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-25 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 945 staðfest positiv við covid-19 í Danmark. Talan er um hægstu økingina í eitt samdøgur, sum landið hevur staðfest undir hesari farsóttini.

Í sama tíðarskeiði eru tvey andlát eisini skrásett, og 12 eru vorðin innløgd.

Tilsamans eru nú 40.356 staðfest positiv við covid-19 í Danmark, og 702 teirra eru deyð, vísir uppgerð hjá Statens Serum Institut. 8.371 eru positiv í løtuni.

Í løtuni eru 127 covid-19 sjúklingar innlagdir í Danmark. 18 teirra liggja á intensivari deild, harav 15 í respiratori.

Í vikuni boðaði danska stjórnin frá, at smittufyribyrgjandi tiltøkini verða herd mánadagin. Millum annað er bannað at keypa rúsdrekka aftaná klokkan 22, og mann sleppur ikki at savnast fleiri enn tíggju fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder