India skrásetti hósdagin 69.652 nýggjar tilburðir av koronu. Tað er tað hægsta talið á smittaðum, sum er skrásett eitt samdøgur. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Landið nærkast nú trimum milliónum staðfestum koronatilburðum. India skrásetti seinasta samdøgrið 977 nýggj andlát, ið fær samlaða talið á deyðum við smittuni uppá 53.866.
Eisini í Ukraina heldur talið á smittaðum fram við at vaksa. Ukraina skrásetti seinasta samdøgrið 2.134 nýggjar tilburðir av korona. Tað er tað hægsta talið á smittaðum, sum landið hevur skrásett eitt samdøgur.
Hetta er annar dagur á rað, at talið á smittaðum eitt samdøgur setur met í Ukraina.
Ukraina hevur samanlagt skrásett 98.537 tilburðir av covid-19, meðan 2.184 hava latið lív við smittuni.
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald