placeholder
Uttanlands

Met í USA: 277.000 tilburðir í eitt samdøgur

2,4 mió. amerikanarar eru higartil vorðnir koppsettir fyri covid-19, men tað gongur ov seint, heldur Joe Biden

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-03 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin vórðu 277.000 fólk staðfest smittað við covid-19 í USA. Tað er hægsta økingin, sum landið hevur skrásett í eitt samdøgur, síðan hendan farsóttin byrjaði.

Einki annað land í heiminum hevur skrásett fleiri smittutilburðir og andlát enn USA, sum nú hevur skrásett nærum 20,4 mió. smittað og nærum 350.000 andlát.

Talið á smittaðum er nógv økt seinastu mánaðirnar, og beint fyri jól ávaraði ovasti heilsuráðgevin hjá amerikanska stýrinum, Anthony Fauci, um, at tað kundi gerast uppaftur verri.

Serliga vóru tað tey, sum ferðaðust aftur og fram um jólini, sum fingu hann at stúra, segði hann.

Hóast færri ferðandi hava verið um høgtíðirnar enn vanligt, halda fleiri serfrøðingar kortini, at amerikanarar ferðast ov nógv.

Í USA eru uml. 2,4 mió. fólk vorðin koppsett fyri covid-19 – nógv færri enn tær 20 mió., sum amerikanski forsetin, Donald Trump segði fóru at verða koppsett áðrenn ársskiftið, skrivar Ritzau.

Komandi forsetin, Joe Biden, finst eisini at umsitingini hjá Trump orsakað av hesum, og hevur hann lovað, at 100 mió. amerikanarar verða koppsettir teir fyrst 100 dagarnar av hansara tíð sum forseti. Eftir ætlan tekur Biden yvir eftir Trump 20. januar.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder