Í desember 2020 lat Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Síðani hevur verið nakað svingandi við tølunum, men september 2024 var heilt góður.
Kringvarpið skrivar, útfrá tølum hjá tunnil.fo, at miðaltalið fyri akfør fyri hvørt samdøgur var 6.336. So høgt hevur tað ongantíð verið áður.
Samanlagda talið var 190.066. Tað hevur verið líka yvir tað áður, men miðaltalið er hægri nú enn tá - hetta hongur millum annað saman við, at september hevur 30 dagar og ikki 31.
Annars var ferðslan í Sandoyartunlinum 1.085 akfør í miðal, meðan tann í Norðoyatunlinum hevði triðhægsta miðaltalið nakrantíð - 4.610. Samanlagt koyrdu yvir 138.000 akfør gjøgnum undirsjóvartunnilin frá 2006.
Í Vágatunlinum koyrdu í miðal 3.219 akfør seinasta mánaða.
Sí øll hagtølini á tunnil.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald