Í ár vóru met nógvar neyðtøkur fráboðaðar á stóra danska festivalinum Roskilde Festival. Frá tá festivalurin byrjaði í farnu viku inntil seinasti gesturin var farin, vóru 10 neyðtøkur fráboðaðar. Hetta er meir enn tríggjar ferðir meiri enn í fjør, tá tríggjar neyðtøkur vórðu fráboðaðar.
Sambært løgregluni er talan tó ikki einans um at fleiri neyðtøkur henda. Heldur eru fleiri fólk farin at siga frá, tá tey verða neyðtikin. Løgreglan fegnast um at fólk eru byrjaði at boða frá neyðtøkunum. Tó ger løgreglan vart við at 10 neyðtøkur er nógv, tá talan eigur at verða um onga.
Síðani 2011 hevur hægsta talið av neyðtøkum á Roskilde Festivalinum verið tær seks, sum vórðu fráboðaðar í 2017.
Serfrøðingarnir úr Center for Seksuelle Overgreb siga sum løgreglan, at talan allarhelst er um at fleiri siga frá heldur enn at fleiri neyðtøkur henda. Og tað er ein positiv gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald