Í dag, 4. februar, eru júst 20 ár liðin, síðan heimasíðan TheFacebook.com, í dag bara kend sum Facebook.com, sá dagsins ljós.
TheFacebook broytti navn til Facebook í august 2005, men í dag hevur felagið handan Facebook navnið Meta. Umframt Facebook eigur Meta eisini sosialu miðlarnar Instagram, WhatsApp og Messenger, og sambært stovnarunum Mark Zuckerberg, verða sosialu miðlarnir hjá Meta dagliga brúktir av 3,1 milliard fólkum.
Mark Zuckerberg stovnaði saman við øðrum lesandi á Harvard-universitetinum Facebook í 2004, fyrst sum ein sosialan miðil fyri lesandi á Harvard og seinni eisini á øðrum hægri lærustovnum í USA og Kanada, áðrenn hann gjørdist tøkur hjá øllum í september 2006.
Soleiðis sá Facebook út fyri 20 árum síðani (Mynd: Internet Archive)
Sambært Mark Zuckerberg, ið herfyri kunngjørdi úrslitini hjá Meta fyri fjórða ársfjórðing 2023, endaði Facebook árið við tað, ið svarar til 96 milliardir krónur í yvirskoti. Hann sigur, at Meta hevur fleiri ætlanir fyri framtíðina.
Eitt høvuðsmál hjá Meta verður at framleiða tær mest framkomnu AI-vørurnar og -tænasturnar (AI er stytting fyri artificial intelligence, eisini nevnt vitlíki á føroyskum).
– Eydnast tað, fara øll, ið brúka okkara tænastur at hava ein AI-hjálpara í heimsflokki at hjálpa sær, sigur hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald