Uttanlands

Meta fær dagbøtur frá norska dátueftirlitinum

Meta Platforms hevur innsavnað dátur um t.d. hvar fólk eru stødd, og brúkt tær til at rætta lýsingar móti brúkarum á teirra sosialu miðlum, og tað er ólógligt, sigur Datatilsynet í Noregi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-09 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá mánadegnum í komandi viku, 14. august, fer Meta Platforms, sum eigur Facebook og Instagram, at fáa dagbøtur á eina millión norskar krónur, upplýsir norska dátueftirlitið, Datatilsynet.

Talan er um eina upphædd, ið svarar til 668.400 í okkara krónum.

Orsøkin til dagbøturnar er, at Meta Platforms hevur innsavnað dátur um t.d. hvar fólk eru stødd, og brúkt tær til at rætta lýsingar móti brúkarum á teirra sosialu miðlum.

Tað var longu miðskeiðis í juli, at Datatilsynet gjørdi greitt, at tey mettu talan vera um lógarbrot, og fór Meta at fáa fram til 4. august at rætta mannagongdirnar, skrivar Ritzau.

Dagbøturnar verða í fyrsta umfari útskrivaðar fram til 3. november, og broytir Meta ikki mannagongdirnar, verður talan um sekt á tilsamans 81 milliónir norskar krónur, ið svarar til góðar 54,1 millión í okkara krónum.

Um Datatilsynet kærir málið til evropeiska dátuverndarráðið (EDPB), kann avgerð verða tikin um, at dagbøturnar skulu halda fram, til Meta broytir mannagongdirnar.

Í farnu viku upplýsti Meta, at ætlanin var at byrja at spyrja brúkarar um loyvi at savna inn dátur um, hvørjum fólk hyggja eftir á Facebook og Instagram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder