
Tað verður ikki nøkur skoytukapping á Vatninum í Vági fyribils. Ísurin er ikki nóg tjúkkur til tað, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
- Fólk frá Suðuroyar Syðra Bjargingarfelag og Sløkkjuliðnum, hava verið á Vatninum og kannað um ísurin er tjúkkur nokk. Ísurin var úr 6 cm upp í 9 cm tjúkkur og tað er ikki trygt nokk, og tí er tað ikki ráðiligt at skipa fyri nakrari kapping á Vatninum, sigur Vágs kommuna.
Í Noreg eru reglugerð fyri nær fólk kunnu ganga á ísinum. Har skal hann vera millum 13 og 18 cm tjúkkur.
- Fólk verða biðin um at verða ansin um tey fara út á ísin. Bjargingarfelagið hevur sett keylur og lagt endar við keylurnar, um illa vil til, sigur Vágs kommuna.
(Mynd: Vagur.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald