Uttanlands

Meta kemur við kappingarneyta til Twitter

Nýggi pallurin eitur Threads, og verður leysgivin hósdagin

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2023-07-04 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Felagið Meta, sum eigur Facebook og Instagram, er klárt við einum kappingarneyta til Twitter. Pallurin skal eita Threads, og verður væntandi klárur at taka í brúk hósdagin. Tað sæst á einum lista á App Store, skrivar Reuters.

Threads fer at gera tað møguligt fyri brúkarar at fylgja somu kontum, ið ein fylgir á Instagram, skrivar Reuters.

Nýggi miðilin kemur eftir at Twitter hevur boðað frá eini røð av avmarkingum til sínar brúkarar.

Millum annað hevur eigarin av Twitter, Elon Musk, sett eitt fyribils hámark fyri, hvussu nógv boð ein brúkari kann lesa á pallinum.

Harafturat kann brúkari einans brúka tænastuna TweetDeck, um viðkomandi rindar fyri at hava eina váttaða, verifiseraða, kontu. TweetDeck er amboðið hjá Twitter, har ein kann fáa yvirlig yvir tíðindastreymin frá fleiri Twitter-kontum saman.

Ríkmaðurin Elon Musk keypti Twitter í fjør fyri 44 milliardir dollarar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder